Prísurin á brennievni lækkar aftur

Prísurin á brennievni lækkar aftur
Seinastu fýra vikurnar er prísurin hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum, EFFO og Magn, lækkaður
 
13.07.2022 - 13:17

Nú er aftur eitt sindur bíligari hjá tær at fylla tangan á bilinum.

Seinastu fýra vikurnar er prísurin hjá teimum báðum oljufeløgunum, EFFO og Magn, í Føroyum lækkaður.

Tað er serliga bensinið, sum nú er blivið bíligari at keypa í Føroyum.

Nú kostar ein litur av blýfríum bensini 14,41 krónur. 14. juni kostaði bensinið 15,48 krónur fyri liturin.

Ein litur av diesel kostar nú 13,48 krónur á bensinstøðunum. 14. juni kostaði diesel 13,74 krónur fyri liturin.

Prísurin fyri gassolju til húsarhaldini er tó ikki lækkaður lutfalsliga líka nógv seinasta mánaðin, vísir yvirlitið hjá oljufeløgunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444