Alifyritøkur meira enn eina milliard í avlopi í fjør

Alifyritøkur meira enn eina milliard í avlopi í fjør
Tað loysir seg at ala í Føroyum, tí tær tríggjar alifyritøkurnar høvdu eina milliard í avlopi eftir skatt í fjør. Men munur er á fyritøkunum
Føroysku alifyritøkurnar forvinna nógvar pengar. Avlopið í fjør var yvir eina milliard eftir skatt
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.07.2022 - 13:22

Eina milliard krónur í avlopi eftir skatt. 

Tað høvdu tær tríggjar alifyritøkurnar í Føroyum samanlagt í fjør. 

Men sera stórur munur var á alifyritøkunum.

 

Bakkafrost størst

Bakkafrost hevði nógv størsta avlopið, 964 milliónir krónur eftir skatt.

Luna hevði knappar 92 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, meðan Mowi hevði minsta avlopið av teimum trimum alifyritøkunum, har góðar 65 milliónir krónur vóru eftir skatt.

Tilsamans 1.121 milliónir krónur.

 

350 mió. kr. í skatti

Umframt hetta rindaðu alifyritøkurnar 350 milliónir krónur í skatti.

Samlaðað avlopið eftir skatt fyri árið í fjør er tvífalt so stórt, sum í 2020, tá tær tríggjar fyritøkurnar høvdu 550 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.

2020 var tó eitt undantak, tá korona ávirkaði laksaprísin og heimsbúðskapin sum heild.

Metnógvur laksur var annars aldur í Føroyum í fjør.

Samlaðað tøkan var 94.800 tons - og miðalvektin á laksinum var 4,9 kilo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418