Minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum og Eysturoy

Minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum og Eysturoy
Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni, var arbeiðsloysið í bæði Norðoyggjum og Eysturoy 0,5 prosent í apríl
Arbeiði er til so at siga allar hendur í Norðoyggjum og Eysturoynni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.07.2022 - 13:32

Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni minst í Norðoyggjum og Eysturoy.

Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni, var arbeiðsloysið í bæði Norðoyggjum og Eysturoy 0,5 prosent í apríl.

Hinvegin, so er arbeiðsloysið størst í Suðuroy, har tað sambært uppgerðini er 2,1 prosent.

Í Suðurstreymoy er tað 1,0 prosent, í Vágum og Sandoy 0,9 og í Norðurstreymoy 0,7.

 

Søguliga lítið arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið er í løtuni søguliga lítið. Miðal fyri alt landið er, sambært nýggjastu uppgerðini, 0,9 prosent.

Søguliga hava tað ongantíð verið færri arbeiðsleys í Føroyum enn nú, so langt aftur, Hagstova Føroya hevur skrásett tølini.

Hagstovan hevur skrásett arbeiðsloysið síðani apríl 1995. Tá var arbeiðsloysið 14,9 prosent.

Fólk eru at meta sum arbeiðsleys, tá ið tey eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum, og tey eru fult tøk at arbeiða og eru arbeiðssøkjandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860