Eykajáttanir til olju, eykatúr við Herjólfi og sálarfrøðiliga viðgerð

Eykajáttanir til olju, eykatúr við Herjólfi og sálarfrøðiliga viðgerð
Uppskotið hevur 38 mió. kr. í halli
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um eykajáttanarlóg.
 
03.08.2022 - 08:31

Útreiðslurnar í fíggjarlógini hækka 38 mió. kr. sambært uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður, legði fram í gjár.

Uppskotið hevur 37,9 milliónir í halli.

30,1 millión eru til olju, 3,2 milliónir til ein eykatúr um dagin við Herjólfi III í seks vikur og 4,6 milliónir eru til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til ung.

30,1 millión til olju er nettotal, tí nakað kemur inn aftur í meirvirðisgjaldi.

Fyrsta viðgerð um uppskotið verður í morgin.

Í dag kl.10.00 heldur løgtingið fram at viðgera frágreiðingina, sum løgmaður gav tinginum ólavsøkudag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444