Avbjóðingar við farmaflutninginum í næstu viku

Avbjóðingar við farmaflutninginum í næstu viku
Bakkafrost fer at taka laks, sum skal flytast norðurum, og makrelfiskiskapurin kann taka seg upp hvørja løtu
Tað gongur væl at flyta fólk og bilar við Herjólfi III, men farmaflutningurin verður ein avbjóðing.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.08.2022 - 13:07

Tað sær ikki út til at vera nakar trupulleiki hjá Herjólfi III at nøkta flutningstørvin um Suðuroyarfjørð, tá ið ræður um ferðafólk og bilar.

Øðrvísi er vinnuliga farminum, sum er lítil í løtuni, men stórar avbjóðingar vera í næstu viku, tí tá fer Bakkafrost aftur at taka laks, sum skal flytast norðurum.

Og makrefiskiskapurin kann fara at taka seg uppaftur hvørja løtu, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum:

 

24082022_Bogi_Jacobsen_til_net

 

Bogi Jacobsen er stjóri á Varðanum.

 

Bildekkið á Herjólfi III.

 

Tríggjar orsøkir

Tríggjar høvuðsorøkir eru til, at framleiðslan ikki kann fara beinleiðis av landinum, men må norðureftir. Tær eru,

- at farmaskipini hava knappar ferðaætlanir

- at tey í veruleikanum ikki mugu sigla millum føroyskar havnir

- og at avskurðir og annað slógv fer til Havsbrún í Fuglafirði

 

Vit hava samrøðu í tíðindasendingini klokkan 18 við virkandi stjóran á Strandferðsluni, Jóhan Petur Abrahamsen, um avbjóðingarnar við farmaflutninginum, og hvat kann gerast fyri at loysa tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444