"Bye Bye Blue Bird" sæst nú á HBO Max

"Bye Bye Blue Bird" sæst nú á HBO Max
Spælifilmurin hjá Katrini Ottarsdóttur er fyrsti føroyski filmurin á stóru stroymingartænastuni
"Bye Bye Blue Bird" frá 1999 er ein sonevndur "roadmovie", sum snýr um Rannvá og Barbaru, ið koma aftur til Føroya, eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár
Mynd: úr filminum  
 
30.08.2022 - 10:43

Langt áðrenn vit byrjaðu tosa um eina føroyska filmsvinnu, gjørdi Katrin Ottarsdóttir føroyskar spælifilmar, eitt nú "Atlantic Rhapsody" og "Maðurin ið slapp at fara". 

Nú kann hennara kendasti filmur, "Bye Bye Blue Bird" frá 1999, síggjast á stroymingartænastuni HBO Max. 

Hetta kunnger Katrin Ottarsdóttir sjálv á sínum Facebook-vanga. 

"Bye Bye Blue Bird" er samstundis fyrsti føroyski filmurin, sum kann síggjast á HBO Max, ið telist millum heimsins størstu stroymingartænastur. 

 

Ein "roadmovie"

"Bye Bye Blue Bird" frá 1999 er ein sonevndur roadmovie, sum snýr um Rannvá og Barbaru, ið koma aftur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár.

Tær eru á ferð í einum bili kring oyggjarnar, sum eisini er umboðandi fyri ta ferð, ið tær eru á persónliga.  

Høvuðsleikarar í filminum eru Sigri M. Gaïni, Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Johan (í Kollafirði) Dalsgaard. 

 

Filmar hjá Katrini Ottarsdóttir

Ludo (2014). Spælifilmur. 71 min. Frumsýndur í Norðurlandahúsinum 11. september 2014.
Lejlighedsminder (2011). Filmsinstallatión. 5 × 6-8 min.
Sporini vaksa úr orðum (2009). Eitt portrett av rithøvundinum Jóanesi Nielsen. 75 min.
Ein regla um dagin má vera nokk! (2008). Eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen. 58 min.
Eingin kann gera tað perfekta (2008). Eitt portrett av myndahøggaranum Hans Paula Olsen. 85 min.
Bye Bye Blue Bird (1999). Spælifilmur. 85 min.
Maðurin ið slapp at fara (1995). Stuttfilmur. 58 min. Í 2011 bar eisini til at síggja filmin á internetinum við enskum undirteksti.
Hannis (partur av Ævintýr av Norðurleiðum) (1991). Barnafilmur. 30 min.
Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn (1989). Spælifilmur. 74 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444