Fíggjarligt regluverk skal halda skil á fíggjarligu stýringini

Fíggjarligt regluverk skal halda skil á fíggjarligu stýringini
Framsókn fer aftur at leggja uppskot fyri tingið um fíggjarligt regluverk
Ruth Vang er forkvinna í Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2022 - 13:03

Politisku skipanini tørvar eitt fíggjarligt regluverk fyri at halda skil á fíggjarligu stýringini hjá landinum.

Tað heldur Framsókn, sum enn einaferð leggur fram uppskot um fíggjarligt regluverk.

Framsókn hevur ikki tikið støðu til, hvat útreiðsluloftið skal vera, men flokkurin heldur, at uppskotið hjá Búskaparráðnum um 2-3 prosent ljóðar skilagott.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í gjar, at hann væntar ikki, at eitt fíggjarpolitiskt regluverk fer at rigga eftir ætlan í politisku skipanini.

Forkvinnan í Framsókn heldur tvørturímóti, at eitt fíggjarpolitiskt regluverk hevði komið landsstýrismanninum í fíggjarmálum til góðar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02092022_-_Ruth_um_figgjarligt_regluverk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444