Havnarútbygging kostaði J&K 50 mió. kr.

Havnarútbygging kostaði J&K 50 mió. kr.
Leiðsla og nevnd í byggifelagnum J&K Petersen Contractors eru umskipað. Fyribilsstjóri er Sigtór A. Petersen
Stein Olvur Petersen, sum hevur verið stjóri í J&K Petersen Contractors í 15 ár, er farin í farloyvi. Nýggjur fyribilsstjóri í byggifyritøkuni er Sigtór A. Petersen.
 
29.09.2022 - 10:11

Stein Olvur Petersen bað sjálvur um farloyvi úr stjórastarvinum í byggifyritøkuni J&K Petersen Contractors. 

Tað sigur Christian Andreasen, nevndarformaður.

Farloyvið er ikki tíðaravmarkað. Stein Olvur Petersen var stjóri í 15 ár. Hann er eisini farin úr nevnd felagsins.

Fyribilsstjóri er Sigtór A. Petersen. Hann var framleiðslustjóri í fyritøkuni. Anna Kalsø er varastjóri. Hon er eisini menningarleiðari.

 

Havnarútbyggingin í Havn hevur kostað felagnum 50 mió. kr.

 

Fíggjarliga hevur ikki gingið væl seinasta árið hjá byggifelagnum, sum er millum tey størstu í Føroyum.

Havnarútbyggingin í Havn hevur kostað felagnum 50 mió. kr.

Stein Olvur Petersen eigur saman við mammu sínari, Ragnhild A. Petersen, 80 prosent av J&K Petersen Contractors. 

Tveir nýggir limir eru komnir í nevndina, Jóannes Niclasen og Klaus Rasmussen.Teir búgva báðir í Danmark.

Hini í nevndini eru Christian Andreasen og Ragnhild A. Petersen.

Í leiðslubólkinum eru Sigtór A. Petersen, Anna Kalsø, Per Kallsberg, fíggjarleiðari, og Jákup Mørk er nýggjur roknskaparleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444