Útbyggingin verður liðug í november

Útbyggingin verður liðug í november
Tórshavnar havn er vaksin 96.000 fermetrar, men neyðugt verður helst at byggja meiri út seinni
Útbyggingin av havnarlagnum í Havn hevur kostað 535 mió. kr.
 
25.10.2022 - 13:23

Útbyggingin av Tórshavnar havn verður endaliga liðug í november.

Tað váttar havnarmeistarin, Andrias Vang. 

Talan er um at yvirtaka arbeiðið í smáum, og Tórshavnar havn manglar at yvirtaka seinastu 70 metrarnar av nýggju Skansabryggjuni, ið byggifyritøkan J&K Petersen skal stoypa. 

Restin av nýggja molanum er tikin í brúk. Eitt nú eru bingjurnar, ið plagdu at vera á innara molanum, fluttar út á nýggju Skansabryggjuna. 

 

Andrias Vang, havnarmeistari

 

535 mió. kr. 

Tá ið Skansabryggjan er liðug, er Tórshavnar havn vaksin 96.000 fermetrar frá Havnarskrivstovuni og úteftir. 

Játtanin til byggiverkætlanina er 535 milliónir. Av tí at flutningurin veksur støðugt, verður tørvur væntandi á at byggja meira út í framtíðini.

Upprunaliga var tíðarætlanin, at útbyggingin av Skansabryggjuni skuldi vera liðug í 2019. Men tá ið neyðugt var at skifta boltar í nýggju havnini, steðgaði arbeiðið upp.

 

Útbyggingin av havnarlagnum verður endaliga liðug í november. 

 

Tryggingartræta

Ein tryggingartræta tók seg upp millum partarnar, sum elvdi til seinking í verkætlanini. Hetta kostaði byggifyritøkuni J&K Petersen nógv, og fyritøkan hevur eitt hall upp á umleið 45 milliónir krónur í sambandi við útbyggingina á havnarlagnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066