Sandoyggin onga umboðan í løgtinginum

bannari
Sandoyggin onga umboðan í løgtinginum
Tey, sum stillaðu upp í Sandoynni, liggja heldur ikki frammarlaga millum varafólkini
Páll á Reynatúgvu tók í farna valskeiði sæti á tingi sum varamaður hjá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi, tá hon fór í stjórastarv hjá Norðurlandaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2022 - 13:16

Fyri fyrstu ferð er líkt til, at Sandoyggin fær einki lokalt umboð í løgtinginum.

Einki lokalt valevni fekk nóg nógvar atkvøður til at koma um tinggáttina, og tey liggja heldur ikki frammarliga millum varafólkini. 

Páll á Reynatúgvu á Sandi, sum hevur sitið á tingi fyri Kristinu Háfoss í Tjóðveldi, síðani hon í farna valskeiði fór í farloyvi, sigur, at fleiri orsøkir eru til støðuna, at Sandoyggin ikki longur er umboðað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09122022_Pall_a_Reynatugvu

 

Sólvit Nolsø, sum varð valdur á ting fyri Framsókn í gjár, er ættaður úr Dali og uppvaksin har.

Framsókn stillar tó ikki upp lokalt, ti flokkurin hevur ikki lokalfeløg. Sólvit Nolsø fekk 11 atkvøður í Sandoynni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958