Sleppa ikki at seta so nógv út sum ætlað

Sleppa ikki at seta so nógv út sum ætlað
Heilsufrøðiliga starvsstova hevur ásett, hvussu nógv smolt kann setast út í Hvalbiarfirði, Skúvoyarfirði og á Sandsvág
Mowi sleppur at seta eina millión og 10.000 smolt út á Sandsvág.
 
20.12.2022 - 08:31

Hvørki Bakkafrost ella Mowi sleppa at seta út so nógv, sum tey ætlaðu í næsta framleiðsluumfari.

Bakkafrost ætlaði at seta út 1,1 millión smolt í Hvalbiarfirði, men Heilsufrøðiliga starvsstova gav bara loyvi til 900.000.  

Orsøkin er, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova, fellið, avmarkaðar royndir, og eitt sera ábært øki.

Hetta gav grundarlag fyri eini varisligari øking, samanborið við framleiðsluumfarið 2021-2022.

 

Sandsvág og Skúvoyarfjørður

Mowi søkti um loyvi til 1,2 milliónir smolt á Sandsvág og í Skúvoyarfirði.

Mowi fekk loyvi til eina millión og 10.000 smolt.

Her sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan orsøkina vera fellið og tiltøk til at fáa minni felli við størri mongd av fiski hava nógvar óvissur við sær. 

Tí er bara grundarlag fyri eini varisligari øking samanborið við framleiðsluumfarið 2021-2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270