Handtikin fyri njósning í Týsklandi

Handtikin fyri njósning í Týsklandi
Týska ákæruvaldið boðaði í gjár frá, at eitt starvsfólk hjá týsku fregnartænastuni er handtikið fyri njósning til frama fyri Russland
 
23.12.2022 - 09:22

Stjórin í týsku fregnartænastuni Bruno Kahl vil einki siga um málið.

- Verða smálutir í kanningararbieðnum almannakunngjørdar, kann tað geva mótpartinum fyrimun í sínum málið at skaða Týskland. Við Russlandi tosa vit um aktørar, sum eirindaleyst og við vilja vilja fremja ágang móti Týsklandi, sigur Kahl.

Søguligt mál

Týska blaðið Der Spiegel skrivar, at talan kann verða um størta njósnaramál í søguni hjá fregnartænastuni. Blaðið sigur seg hava kelduupplýsingar um, at handtikni maðurin hevur givið fregnartænastuni í Russlandi sera viðkvæmar upplýsingar. 

Týskir myndugleikar hava gjørt húsarannsókn heima hjá manninum og á skrivstovu hansara. Eitt fólk aftrat er undir illgruna í málinum og har er húsarannsókn eisini gjørd heima og á arbeiðsplássinum. Rætturin í Týsklandi varðhaldsfongslaði mannin í gjár.

Landasvik kann revsast við í minsta lagi fimm ára fongslsrevsing, og kann í álvarsligum førum geva lívlangt fongsul, skrivar týska fregnartænastan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537