Starin í stovuni: Sást tú filmin?

Starin í stovuni: Sást tú filmin?
Nýggjársdag sendu vit forvitnisliga, føroyska heimildarfilmin "Starin í stovuni", sum er tikin upp í Ólvustovu í Funningi.
Forteljari og høvuðspersónur í filminum er Jógvan Højsted úr Funningi.
Mynd: Eyðun Mohr Muller  
 
03.01.2023 - 09:30

Ein eyðmjúkur, einfaldur, føroyskur og ærliga filosofiskur heimildarfilmur. Soleiðis lýsir Høgni Mohr, filmsmakari, filmin "Starin í stovuni".

"Starin í stovuni" er ein heilmildarfilmur, sum er tikin upp í Ólvustovu í Funningi. Framleiðslan er gjørd við stuðuli frá Runavíkar kommunu. 

 

Ein filmur um lívið, kærleikan og vónina

Høgni Mohr er filmsmakari, sambært filmsmakaranum sjálvum, er filmurin gjørdur til at læra eitthvørt um lívið, kærleikan og vónina.

Høgni Mohr tók sjálvur stig til at framleiða heimildarfilmin úr Ólvustovu. Hann hevði heilt fríar teymar og átók sær at fara í holt við arbeiðið saman við m.a. Kringvarpi Føroya.

 

Jógvan Højsted er forteljari

Síðan landnám fyri meiri enn 1.000 árum síðan hava fólk búð í Føroyum uttan slit.

Í filminum greiðir Jógvan Højsted í Funningi frá, hvat tilveruligt innihald hetta lívið hevur, og hví vit skulu tíma at vera til. Sí brellbitan niðanfyri. 

 

Starin_i_stovuni_REYP_1_jan

 

"Starin í Stovuni" varð vístur í sjónvarpinum nýggjársdag. Filmurin er eisini tøkur á heimasíðu okkara, tú finnur hann her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444