Hjálparfólkafelagið: Pedagogfelagið økir tilvitað lønarmunin

Hjálparfólkafelagið: Pedagogfelagið økir tilvitað lønarmunin
Hjálparfólk vera ikki tikin við, tá ið samráðingar eru, og hava tí ongan møguleika at minka gjónna, sigur formaðurin í Hjálparfólkafelagnum
Sámal Hansen er formaður í Hjálparfólkafelagnum.
 
06.01.2023 - 09:17

- Pedagogfelagið hevur seinastu árini tilvitað økt lønarmunin millum námsfrøðingar og hjálparfólk. 

Tað sigur Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum, í hvassorðaðum lesarabrævi.

- Pedagogfelagið hevur brúkt hjálparfólkini til at samráða seg til betri sømdir fyri námsfrøðingarnar í felagnum, og tað er ikki rætt, sigur hann.

- Hjálparfólk vera ikki tikin við, tá ið samráðingar eru, og hava tí ongan møguleika at minka gjónna, sigur formaðurin í Hjálparfólkafelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06012023_Samal_og_hjalparfolk

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vil ikki at gera samrøðu við Kringvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at hann kennir seg ikki aftur í atfinningunum frá formanninum í Hjálparfólkafelagnum.

Pedagogfelagið arbeiðir fyri allar limir í felagnum, sigur hann. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555