Tórbjørn Jacobsen formaður í Kommunufelagnum

Tórbjørn Jacobsen formaður í Kommunufelagnum
Heðin Mortensen, sum hevur verið formaður, er nú næstformaður
Tórbjørn Jacobsen er nýggjur formaður í Kommunufelagnum, og Heðin Mortensen er nú næstformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2023 - 15:57

Tórbjørn Jacobsen er nú formaður í Kommunufelagnum.

Hann hevur næstformaður, og formaðurin, Heðin Mortensen, er nú næstformaður.

Broytingin í formansskapinum er partur av politiskari avtalu í Kommunufelagnum.

 

Hálvt valskeið í part

Tá stýrið í Kommunufelagum skipaði seg eftir seinasta kommunuval, var avgjørt, hvussu formansskapurin skuldi vera mannaður tey fýra árini í valskeiðnum.

Tá var eisini avtalað, at Heðin Mortensen skuldi vera formaður fyrru helvt av valskeiðinum, og Tórbjørn Jacobsen næstformaður, og at teir báðir skuldu býta um, tá valskeiðið var hálvrunnið.

Sambært nýggja formanninum, Tórbirni Jacobsen, hevur tað stóran týdning, at kommunurnar, hóast ymiskar í stødd og vavi, halda fast við góða arbeiðslagið, tí stórmál liggja fyri framman, sum kunnu hava stóra ávirkan á kommunala geiran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418