37 mál um trygdarbrot

37 mál um trygdarbrot
Flestu málini, sum Dátueftirlitið vðgjørdi í 2022, eigur tað almenna, tey er 20
Í 2021 vóru 18 mál um trygdarbrot fráboðað, men í 2022 var boðað frá 37 slikum málum. (Savnsmynd)
 
24.01.2024 - 15:24

Dátueftirlitið viðgjørdi 37 mál um trygdarbrot í 2022.

Hetta eru nógv fleiri enn í 2021, tá 18 mál um trygdarbrot vóru fráboðað. 

Tey flestu av teimum 37 málunum eigur tað almenna, tey eru 20.

Kommunur eiga trý og privat 14 mál um trygdarbrot.

 

Persónsupplýsingar

Trygdarbrot er, tá persónsupplýsingar av tilvild ella ólógliga vera burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari, ella at atgongd verður givin til persónsupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Í 18 málum metti Dátueftirlitið, at fráboðanin var í lagi og gjørdi ikki meira við málið. 

Í átta førum gav Dátueftirlitið kravboð, og í trimum førum gav Dátueftirlitið átalu, tvær vóru álvarsligar. 

 

Vakmyndatól

Dátueftirlitið fekk í 2022 24 fráboðanir um vakmyndatól. Nú er fráboðanir um 307 vakmyndatól skrásettar.

Dátueftirlitið stovnaði 379 mál í 2022, og 141 munnligir fyrispurningar vóru.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444