Sólstrálan fyri fyrstu ferð

Sólstrálan fyri fyrstu ferð
Nýggjasti heiðurin á Ítróttafagnaðinum er sólstrálan, sum verður latin ungum fólki - 20 ár ella yngri - sum stimbrar undir ítróttagleði, og tilnevningarnar eru klárar
Ítróttasólstrálan er nýggjur heiður, sum verður latin á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF
Mynd: ÍSF  
 
30.01.2024 - 12:50

Tey, sum eru í uppskoti til Ítróttasólstráluna 2023, eru Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø úr Neistanum, Ári Fríðason Jensen frá Borðtennisfelagnum TÓR og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen úr VÍF og Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag.

Sólstrálan 2023 er ein ungur persónur - 20 ár ella yngri - ið millum annað stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin, skrivar ÍSF.

 

Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum

Gyða og Johanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.

Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl.

 

Ári Fríðason Jensen í Borðtennisfelagnum Tór

Hóast hann bert er 19 ára gamal, er Ári Fríðason Jensen longu ein av ímyndunum av borðtennisfelagnum TÓR í Tórshavn.

Á fyrimyndarligan og búnan hátt hevur tann tikið við ábyrgdini sum ungdómsvenjari í borðtennisfelagnum Tór, og hann loysir venjarauppgávuna til UG. Við sínum spakføra og jaliga lyndi hugtekur hann ungu leikararnar, samstundis sum hann kortini megnar at vísa myndugleika sum venjari.

 

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, VÍF og HF

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er ein sonn fyrimynd fyri ungdómin í Vestmanna. Hon er jalig, savnandi og full av orku. Gunnvá er 18 ára gomul og spælir bæði á besta liðnum, 1. deild og Gentur 18 hjá VÍF, har hon við sínum lætta lyndi og vinnaravilja hevur hon góða ávirkan á liðið.

Sama jaliga lyndi vísir seg í fimleikinum, har hon íðkar við Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikarafelag. Har er hon venjari, ber Merkið og hevur í fleiri ár staðið fyri eitt nú tónleikinum til framsýningar.

Ítróttasólstrálan 2023 er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555