Tummas Lervig vil ikki vátta søguna um nýggjan málverja

Tummas Lervig vil ikki vátta søguna um nýggjan málverja
Norskt blað skrivar, at KÍ hevur fingið danskan málverja at spæla við KÍ.
Tummas Lervig er formaður í KÍ.
 
17.02.2024 - 13:15

Norska Nettavisen skrivar, at KÍ hevur fingið sær fatur í nýggjum málmanni í norskum fótbólti, og at talan skal vera um 27 ára gamla danskaran, Mark Jensen, sum KÍ skal hava keypt frá felagnum Start.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, vil tó ikki vátta, at felagið skal hava gjørt sáttmála við nakran nýggjan málmann:

- Vit hava arbeitt við eini loysn at funnið ein málmann aftrat til KÍ, og har eru vit framvegis, so vit hava ikki skrivað undir nakað og hava heldur ikki sett navn á nakran nýggjan spælara, sigur hann.

KÍ-formaðurin sigur, at síðan nýggi venjarin, Haakon Lunov, kom til Klaksvíkar, hevur verið arbeitt við styrkja tær ymsu keturnar á liðnum, men hann kann annars ikki vátta nakað um nýkeypið, norska Nettavisen skrivar um, sigur hann.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV