Heimsmeistari farin

Heimsmeistari farin
Týski verjuspælarin Andreas Brehme, sum avgjørdi finaluna um heimsmeistaraheitið í fótbólti í 1990, er deyður, 63 ára gamal
Andreas Brehme eftir frísparksmál ímóti Onglandi í 1990
Mynd: Action Images/Ritzau Scanpix  
 
20.02.2024 - 09:46

Týski verjuspælarin Andreas Brehme, sum avgjørdi finaluna um heimsmeistaraheitið í fótbólti í 1990, er deyður.

Hann var 63 ára gamal, skrivar týski miðilin, Bild.

Andreas Brehme var ein av kendastu týsku fótbóltsspælarunum í áttati- og nítiárunum. Bakkurin spældi við Kaiserslautern í tveimum umførum og umboðaði eisini Bayern München, Inter og Real Zaragoza.
 

Ein av teimum stóru

Andreas Brehme telist millum teir stóru týsku landsliðsspælararnar. 

Bakkurin spældi 86 landsdystir fyri Vesturtýskland og Týskland ímillum 1984 og 1994 og skeyt átta mál. Størsta løtuna fekk hann, tá ið hann avgjørdi HM-finaluna ímóti Argentina í 1990 við brotssparki.

 


Andreas Brehme fegnast saman við Jürgen Klinsmann um sigursmálið í HM-finaluni í 1990. MYND: Georges Gobet/AFP/Ritzau Scanpix

 

Aftur at HM-gullinum í Italia tapti Andreas Brehme tvær finalur.

Fyrst í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986, tá ið Vesturtýskland mátti boyggja seg fyri Diego Maradona og Argentina, og síðan í EM-endaspælinum í Svøríki í 1992, tá ið Danmark tók øll á bóli og vann 2-0 á Týsklandi, sum tá aftur var sameint.

Andreas Brehme gavst at spæla fótbólt í 1998, eftir at hann hevði vunnið týska meistaraheitið við Kaiserslautern.

Seinni var hann venjari hjá sama felag, men venjarayrkisleiðin var stutt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV