Aftur nógv hassj í rættinum

Aftur nógv hassj í rættinum
Ein 52 ára gomul kvinna og 25 ára gamli sonur hennara eru ákærd fyri at smugla 24 kilo av hassji til Føroya
Føroya rættur skal fyri aðru ferð í ár viðgera eitt stórt hassjmál.
 
27.02.2024 - 06:22

Nú er aftur eitt stórt hassjmál á veg í Føroya rætt.

Ein 52 ára gomul kvinna og 25 ára gamli sonur hennara eru ákærd fyri at smugla 24 kilo av hassji til Føroya.

Tey komu við Norrønu úr Danmark 15.januar.

Fólkini eru donsk.

Hassjið var í nøkrum rúmum í persónbilinum, tey komu við.

Sambært ákæruritinum høvdu tey avtalu við ókendar samgerningsmenn í Føroyum og uttanlands við teirri ætlan at lata øðrum hassjið.

Málið verður viðgjørt í rættinum hósdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV