Krøvini um framíhjárætt skulu nú strikast

Krøvini um framíhjárætt skulu nú strikast
Summir næmingar hava havt framíhjárætt til hondbóltsgreinina í skúlanum á Fløtum í Havn. Men hetta skal halda uppat, sigur aðalstjórin í Barna - og útbúgvingarmálaráðnum
Fyrimunsreglan, sum segði, at børn í Neistanum og Kyndli høvdu framíhjárætt er ikki longur galdandi.
 
29.02.2024 - 15:37

Fólkaskúlin eigur at vera fyri øll, tí er hesin leisturin ikki í samsvari við fólkaskúlalógina.

Tað sigur lærarin Miriam Nolsøe Johannesen, sum finst at upptøkuleistinum á ítróttarásinini í skúlanum á Fløtum. 

Og hon er ikki einsamøll, tí tað er fleiri, sum hava sett spurnatekin við, hvussu ítróttarásin hevur verið skipað higartil. 

Serliga hevur verið funnist at, at næmingar, sum venja við Neistanum og Kyndli, hava havt framíhjárætt til hondbóltsgreinina í skúlanum.

Hetta halda Hondbóltssamband Føroya og Ítróttafelagið Argir er ein vansi fyri onnur hondbóltsfeløg.

Krøv verða eisini sett til kropsligu førleikarnar hjá børnunum, sum skulu á breytina. Hetta elvir til mistrivna hjá børnum, siga lærarar.

Spurnatekin er eisini sett við, um upptøkuleisturin samsvarar við fólkaskúlalógina. 

 

Fólkaskúlin eigur at vera fyri øll 

Fyri at ganga á ítróttarásini í skúlanum á Fløtum, skulu næmingar lúka ymsar kropsligar treytir, og eisini er ein upptøkuroynd.

Hetta samsvarar ikki við fólkaskúlalógina, heldur Miriam Nolsøe Johannesen, sum er AKT-lærari í Eysturskúlanum. Tí fólkaskúlin eigur at vera fyri øll, sigur hon. 

Á heimasíðuni hjá skúlanum á Fløtum kann lesast, hvørjar treytir skulu lúkast fyri at ganga á ítróttarásini

Har stendur millum annað, at næmingar kropsliga skulu vera so væl fyri, at teir kunna venja á høgum stigi við krevjandi kropsligum avbjóðingum.

Eisini verður víst á, at næmingar, sum ikki lúka hesar treytir, kunnu ikki fáa pláss á ítróttarásini. 

Tí heldur Miriam Nolsøe Johannsen, at upptøkuleisturin órættvísur, og hon setur samstundis spurnartekn við, um hetta samsvarar við fólkaskúlalógina.

 

So skulu tey til upptøkuroynd. Og tað er í stríð við fólkaskúlalógina ella andan, sum sigur, at skúlin er fyri øll

- Miriam Nolsøe Johannesen,  AKT-lærari í Eysturskúlanum

 

 

 

Smærri feløg hava mist íðkarar

Aðrar atfinningar koma frá Hondbóltssambandi Føroya og Ítróttafelagnum Argir, sum halda lítið um, at summi feløg hava havt framíhjárætt. 

Orsøkin er, at hondbóltsgreinin á ítróttabreytini er samstarv millum skúlan, Neistan og Kyndil. Tí hava næmingar frá hesum feløgunum havt fyrimun at sleppa inn á hondbóltsgreinina seinastu fimm árini. 

Hesin leisturin hevur havt avleiðingar fyri Ítróttafelagið Argir. Vit hava mist íðkarar til hini feløgini, sigur Fríður Dalsgaarð, skrivari í felagnum.

Somu atfinningar koma frá Hondbóltsambandi Føroya, sum vísir á, at leisturin hevur neiliga ávikan á tey smærru feløgini. Hetta er sjálvsagt eisini ein trupulleiki fyri okkum, sigur ítróttastjórin, Mark Lausen-Marcher. 

 

Vi ønsker selvfølgelig at have så mange håndboldsklubber som muligt. Hvis grundlaget under det bliver ødelagt, så har vi også et problem

- Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í Hondbóltssambandi Føroya

 

Støðan hevur havt við sær, at Ítróttafelagið Argir sendi eitt skriv til Barna - og útbúgvingarmálaráðið fyri at fáa innlit í, hvørja heimild skúlin á Fløtum hevur havt at geva ávísum feløgum framíhjárætt.

Men hóast umbønin var send 13 januar, bíða tey enn eftir svari, sigur Fríður Dalsgaarð. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1657735

 

Visti einki um sertreytir 

Hóast skúlastjórin í skúlanum á Fløtum hevur váttað, at næmingar, sum venja vit Kyndli ella Neistanum, hava havt fyrimun, so kemur hetta óvart á Poul Geert Hansen, sum er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Poul Geert Hansen

Caption: 
Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Sambært Poul Geert Hansen hevur tað fyri sær ikki verið greitt, at børn, sum hava vant við antin Kyndli ella Neistanum, hava havt fyrimun í verkætlanini.

Kortini sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, at skúlin hevur fingið loyvi til henda leistin. Orsøkin er, at skúlin hevur søkt um loyvi til royndar- og menningarvirksemi, sum er grundarlagið undir skipanini.

Hetta kemur tó óvart á aðalstjóran í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, ið er avvarðandi myndugleiki. 

 

Tað er nýtt fyri mær, at tað er ein fyrimunir at vera partur av einum ávisum ítrottafelag. Tað er tað sama sum at geva serligan rætt - og tað er ikki heilt í tráð við tað, sum vit fyrr hava samskift við skúlan um

- Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna - og útbúgvingarmálaráðnum

 

Krøvini skulu nú strikast 

Skipanin, sum hevur verið galdandi í fimm ár, skal nú broytast - og krøvini, sum geva Neistanum og Kyndli framíhjárætt, skulu nú strikast. 

Tað fekk skúlastjórin boð um týsdagin, eina lítla løtu eftir, at Kringvarpið var farið at kanna hetta málið. 

Eitt fyrisitingarfólk hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum vendi sær til skúlastjóran týsdagin, og gav boð um, at framíhjárætturin til venjarar hjá Neistanum og Kyndli skal strikast. Tí er tað nú tikið av, sigur Regin Marnersson.

Hereftir verður tað sostatt soleiðis, at liðið, sum næmingurin venur við, ikki ávirkar møguleikan at sleppa inn á hondbóltsgreinina í skúlanum á Fløtum. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1657733

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444