Magne Hoseth koyrdur sum høvuðsvenjari í Lyngby

Magne Hoseth koyrdur sum høvuðsvenjari í Lyngby
Uppsøgnin hevur einki við úrslitini at gera, men talan er um skeiva meting hjá eigarum og leiðslu í fótbóltsfelagnum
Magne Hoseth fekk bara 50 dagar sum høvuðsvenjari í Lyngby.
 
01.03.2024 - 11:23

Norski venjarin Magne Hoseth er koyrdur frá sum høvuðsvenjari hjá danska fótbóltsliðnum Lyngby, sum spælir í bestu donsku deildini, eftir 50 dagar í starvinum.

Magne Hoseth er kendur í Føroyum.

Hann gjørdi í november 2022 sáttmála við KÍ í Klasvík, men Lyngby keypti hann í januar í ár leysan úr sáttmálanum, sum vardi til seint í hesum árinum.

Sambært heimasíðuni hjá danska felagnum Lyngby-boldklub.dk, hevur uppsøgnin einki við úrslitini at gera, men at talan er um skeiva meting hjá eigarum og leiðslu í fótbóltsfelagnum.

Hin parturin av venjingartoyminum og leikararnir stuðlaðu ikki Hoseth, sigur leiðslan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV