Kringvarpið stroymir seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki

Kringvarpið stroymir seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki
Í dag skulu steypavinnararnir í estetiskum fimleiki finnast. Seinna steypakappingin verður í Bylgjuni í Runavík, og Kvf stroymir frá klokkan 13:00
Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Bylgjuni í Runavík í dag
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
09.03.2024 - 10:36

Í dag verður seinna steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Til hesa kapping verða úrslitini løgd saman við fyrri steypakappingini, sum var í januar, og tað liðið ið hevur flest stig, er steypavinnari 2024, skrivar fimleikur.fo.

Úrslitini frá fyrru steypakapping kunnu síggjast her.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið kl. 16.00. 

STROYMING: Seinna steypakappingin kann síggjast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958