Føroysku vegirnir væl egnaðir til súkkluferðavinnu

Føroysku vegirnir væl egnaðir til súkkluferðavinnu
Áhugin fyri at ferðast á súkklu er vaksandi, eisini í Føroyum
Súkklan er burðardygg at ferðast á
 
16.03.2024 - 12:39

"Fleiri og fleiri ferðafólk í dag royna at finna grønari mátar at ferðast uppá, og har er súkkluferðavinna ein upplagdur møguleiki."

Tað sigur Annika Lisberg, menningarfólk hjá Visit Tórshavn, í sambandi við, at Visit Tórshavn síðan í fjør hevur verið partur av eini ES-verkætlan um súkkluferðavinnu. Hetta slagið av ferðavinnu er burðardygt og vindur uppá seg aðrastaðni, sigur Annika Lisberg.

"Vit síggja tað í grannalondunum hjá okkum, serliga í Svøríki og Finnlandi, at tað vindur nógv uppá seg, og at eftirspurningurin bara verður størri. Tað verður hann eisini í Føroyum, so vit vóna, at møguleikarnir fyri súkkluferðavinnu verða betri", sigur hon.

 

Væl egnaðar til súkkluferðir

Føroyar eru væl egnaðar til at ferðast í á súkklu, men sumt er, sum má bøtast um.

"Ferðafólkini siga, at vegirnir í Føroyum eru øgiliga góðir at súkkla á - betur enn nógva aðrastaðni tey hava verið - men at skelting og súkklubreytir og hvar tað er loyvt og so framvegis ikki er so væl upplýst. Men sjálvir vegirnir eru góðir, og teinarnir í Føroyum eru ikki so langir, so tað ber til at súkkla frá A til B," sigur Annika Lisberg.

Mikudagin 20. mars verður framløga av ES-verkætlanini, sum varpar ljós á avbjóðingar og møguleikar í súkkluferðavinnuni. Samstarvspartar frá øllum hinum luttakandi londunum eru við á tiltakinum. Millum annað verða fyrstu úrslitini av eini kanning, ið er gjørd um súkkluferðavinnu í øllum luttakandi londunum, løgd fram. Samstarvspartarnir eru úr Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Írlandi.

Tiltakið verður í Parnassinum á Hotel Hafnia frá kl. 12.30 – 16.30 og er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til tiltakið áðrenn her: https://forms.office.com/e/qrLG6UcF9j

Samrøðan við Anniku Lisberg, menningarfólk í Visti Tórshavn, kann hoyrast her. 

Annika_Lisberg_16032024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098