Fríkendur fyri neyðtøku í Føroya rætti - dømdur í landsrættinum

Fríkendur fyri neyðtøku í Føroya rætti - dømdur í landsrættinum
Landsrætturin dømdi eftir nýggju neyðtøkasetingini, og maðurin fekk eitt ár og tveir mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing
Landsrætturin dømdi 23 ára gamla mannin 14 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. (Savnsmynd)
 
18.03.2024 - 15:13

Eystari landsrættur hevur dømt ein mann fyri neyðtøku, sum í juni í fjør í Føroya Rætti var fríkendur fyri somu neyðtøku, upplýsir Føroya Politi. 

Maðurin, sum er 28 ára gamal, er í landsrættinum dømdur fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.

Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya rætti, skeyt ákæruvaldið dómin inn fyri landsrættin við kravi um, at maðurin skuldi dømast. Neyðtøkan var framd, eftir at grein 216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting.

Landsrætturin tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin eitt ár og tveir mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku.

Maðurin er sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini, sigur Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV