30 nýggj grundstykki á Sandi

30 nýggj grundstykki á Sandi
J&K Petersen er nú liðugt at gera eina útstykking við 30 grundstykkjum og grundstykki til nýggja barnagarðin á Sandi.
Nýggja útstykkingin á Skarðsbøi á Sandi
Mynd: J&K Petersen  
 
23.03.2024 - 18:19

Arbeiðið at gera 30 grundstykki byggibúgvin í Skarðsbøi á Sandi er nú liðugt, og somuleiðis grundstykki til nýggja barnagarðin við tilhoyrandi parkeringsplássi.

Tað veit heimasíðan hjá Sands kommunu at siga frá J&K Petersen, sum hevur gjørt arbeiðið.

Stórur áhugi er fyri at fáa grundstykki á Sandi, og fyri nøkrum mánaðum síðani stóðu 67 fólk á bíðilista at fáa stykki.

Umframt tey 30 grundstykkini, ið nú eru gjørd byggibúgvin, hevur Sands kommuna ognað sær eitt stykki í Sandabrekkuni, ið somuleiðis skal brúkast til bústaðir.

Nú kann so eisini farast undir at byggja nýggja barnagarðin, sum verður tvær ferðir so stórur sum verandi barnagarður á Sandi.

Nýggi barnagarðurin skal liggja upp at nýggju útstykkingini í Skarðsbøi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098