Føroya rættur fer aftur at viðgera stórt hassjmál

Føroya rættur fer aftur at viðgera stórt hassjmál
Hetta málið snýr seg um 50,5 kilo av hassji, og rætturin hevur sett seks dagar av til viðgerðina
Seks dagar eru settir av at viðgera hetta hassjmálið. (Savnsmynd)
 
03.04.2024 - 12:20

Í næstu viku fer Føroya rættur at viðgera eitt hassjmál, sum er nógv størri enn hini stóru hassjmálini, sum verið hava seinastu árini.

Hetta málið er um 50,5 kilo. 

Tríggir menn, tveir føroyingar og ein útlendingur, eru ákærdir fyri at smugla 50,5 kilo av hassji til Føroya.

Teir nokta seg sekar.

Føroya rættur hevur sett av seks dagar til málið.

 

Funnu 28,5 kilo

28,5 kilo av hassji vóru funnin í einum húsum í Havn.

Tá politiið kannaði málið, helt tað seg kunna prógva, at 22 kilo vóru aftrat.

Tey vóru seld, sambært politinum, sum fann pengar hjá teimum ákærdu.

 

Eisini ákærdur fyri at hótta eftir lívinum

Útlendingurin er eisini ákærdur fyri harðskap, fyri at hótta ein av hinum ákærdu eftir lívinum og fyri frælsistøku.

Menninir hava verið í varðhaldi, síðani teir vóru tiknir fyrst í august í fjør.

Ein maður aftrat er undir illgruna. Hann er útlendingur, men er ikki tikin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV