Tikin á flogvøllinum við MDMA

Tikin á flogvøllinum við MDMA
Maðurin og kvinnan, sum bæði eru útlendingar, eru varðhaldsfongslað í fýra vikur
Útlendingarnir, maður og kvinna, komu til Føroya páskadag, og annað teirra rúsevnið MDMA við sær. (Savnsmynd)
 
03.04.2024 - 14:08

Tollararnir í Vágum tóku sunnudagin, páskadag, tveir útlendingar, sum komu úr Danmark,  kvinna og maður.

Annað teirra hevði rúsevnið MDMA við sær til Føroya. 

Leiðarin á kriminaldeildini, Kári Jacobsen, vil ikki siga, hvussu stóra nøgd talan er um. 

Men nøgdin var so stór, at løgreglan avgjørdi at krevja tey bæði varðhaldsfongslað.

Tey eru nú varðhaldsfonglsað í fýra vikur, meðan málið verður kannað.

Kári Jacobsen vil heldur ikki siga, um illgruni er um, at onkur í Føroyum skuldi hava MDMA'ið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV