Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til EM-endaspælið

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til EM-endaspælið
Føroyar spældu ikki gott í Hafnarfirði og taptu við fýra, men tað var nóg mikið til at tryggjað sær síðsta EM-plássið og skriva nýggja føroyska hondbóltssøgu
Brynja Høj, Elsa Egholm og liðfelagarnir skulu spæla EM-hondbólt í desember
 
07.04.2024 - 18:52

Tað kendist sum deja-vu, tá føroysku hondbóltskvinnurnar eina lítla løtu stóðu og bíðaðu fyri at vita, um tær skuldu til EM-endaspælið ella ikki.

Løtan var kortini ikki so long sum hjá monnunum í Eysturríki á sinni, og skjótt fegnaðust tær hvítu í sonnum gleðisrúsi um at hava skrivað nýggja føroyska hondbóltssøgu. Føroyar vera við, tá spælast skal um evropameistaraheitið í Eysturríki, Ungarn og Sveis í desember.

 

Spælið vildi ikki flóta

Føroyska liðið fekk góða byrjan í Hafnarfirði og legði seg á odda mestsum beinanvegin.

Gongdin vendi kortini skjótt, og íslendingarnir órógvaðu føroyska álopsspælið við 5-1 verjuni. Samspælið millum Janu Mittún og Súni Krossteig Hansen, sum riggaði so væl ímóti Svøríki, kom als ikki í gongd, og ofta varð roynt í sjálvdrátti.

Heimaliðið vann seg nøkur mál framum og helt fast til steðgin, tá fýra mál vóru á muni.

 

Sá svart út

Samstundis vóru fleiri av londunum, sum Føroyar kappaðist við um EM-plássið frammanfyri í sínum dystum, og í steðginum vóru føroyingar uttanfyri tað góða selskapið.

Støðan í Hafnarfirði batnaði ikki stórvegis í seinna hálvleiki, men hon versnaði heldur ikki, og tað hevði stóran týdning. 

Føroyar misnýttu alt ov nógvar kjansir - íslendski málverjin Elín Jóna Þorsteinsdóttir úr EH Aalborg tók ikki minni enn 14 av 33 royndum - og tí eydnaðist ikki at fáa heimaliðið aftur.

Jana Mittún tók sakina í egnar hendur, og hóast tað gekk haldur misjavnt hjá Viborg-bakkinum, fekk hon skotið átta mál tilsamans og fimm eftir steðgin. 

 

Skulu til endaspælið

Sum tíðin gekk, gjørdist kortini greitt, at málúrtøkan fór av vera avgerandi, og góða útgangsstøði hjá føroysku kvinnunum kom  sera væl við.

Grikkaland tapti, og Føroyar vóru, tá síðsti bóltur var kastaður, 10 mál frammanfyri, og so kundu bæði spælarar og viðhaldsfólk fegnast um og gleða seg til enn eitt endaspæl við føroyskari luttøku.

 

Ásvellir, Hafnarfjørður (EM-undankappingardystur)
Ísland - Føroyar, 24-20 (12-8)

Føroyskir málskjúttar: Jana Mittún 8, Anna Elsiabeth Halsdóttir Weyhe 3, Pernille Brandenborg 2, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2, Bjarta Osberg Johansen 1, Súna Krossteig Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV