50,5 kilo av hassji í Føroya rætti

50,5 kilo av hassji í Føroya rætti
Seks dagar settir av til rættarmál, sum byrjar í dag. Teir ákærdu nokta seg sekar.
Revsilógin skal aftur standa sína roynd næstu dagarnar.
 
09.04.2024 - 06:20

Teir vóru ikki altíð samdir, menninir, sum eru ákærdir fyri at smugla 50,5 kilo av hassji til Føroya.

Sambært ákæruritinum hótti tann eini við at drepa ein annan ákærdan og familju hansara.

Hann hótti eisini við at bróta fingarnar hjá honum.

Maðurin er ákærdur fyri harðskap, hóttanir eftir lívinum og frælsistøku.

Frælsistøkan vardi, sambært ákæruritinum, í nógvar tímar.

Hon var í einum gistingarhúsi á bygd ólavssøkuaftan í fjør.

Tríggir menn eru ákærdir fyri at smugla 50,5 kilo av hassji.

Teir eru 19, 23 og 35 ára gamlir, tveir føroyingar og ein útlendingur.

Mál teirra byrjar í Føroya rætti í dag. Rætturin hevur sett av seks dagar til málið.

Nokta seg sekar

Allir nokta seg sekar.

Menninir vóru tiknir fyrst í august í fjør og hava verið í varðhaldi síðani, ein í Føroyum og tveir í hvør sínum fongsli í Danmark.

Sambært ákæruritinum vóru fleiri við í málinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Ákæruvaldið veit bara, hvør tann eini er.

Politiið fann 28,5 kilo í einum húsum í Havn.

Hini 22 kiloini eru seld, sigur politiið. Hetta skal ákæruvaldið so prógva í rættinum.

Við teimum prísum, sum er galdandi í Føroyum, 250 til 300 krónur fyri grammið, eru 50,5 kilo av hassji verd næstan 16 mió. kr.
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV