Plúmm fer at spæla á G! festivalinum í summar

Plúmm fer at spæla á G! festivalinum í summar
Legendariski føroyski bólkurin Plúmm verður millum nøvnini, sum fara at framføra á G! festivalinum í summar
Plúmmararnir eru Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara)
 
09.04.2024 - 10:20

Hvørt mansbarn í Føroyum kennir superhittið "Stjørnuskot". 

Tað, ið nógv kanska ikki vita, er, at "Stjørnuskot" frá 1984 var startskotið til føroyska superbólkin Plúmm, ið enn er virkin, og fer at spæla á G! festivalinum í summar. 

Plúmm er mannaður við nøkrum av dugnaligastu ljóðførisleikarar í Føroyum, sum hava myndað føroyska tónleikapallin í ein mansaldur. Plúmmararnir eru Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara).

 

Terjasa føstufressar

Kendasta avrikið hjá plúmmarunum er samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar", sum varð kosin aldarinnar útgáva um aldarskiftið. 

Samstarvið við virda danska tónlistamannin Holger Laumann, sála, á útgávuni "Allar ættir" er sanniliga eisini ein varði innan fyri føroyskan fusjónstónleik, ið merkir blandingstónleik. 

Júst fusjón  hetta at blanda øll hugsandi sløg av tónleiki  fer at eyðkenna konsertina hjá Plúmm á G! festivalinum, boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi. Plúmm fer at kóka eina tónleikaliga súpan av rokki, jazz, country, metal, opera og poppi. Aftur at sær hava plúmmararnir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk). 

 

Hvat: Plúmm (FO) á G! festivalinum
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18.-20. juli
Nøvn: Highasakite (NO), Of Moster and Men (IS), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Spectors (DK), Hamferð (FO), The Longest Johns (UK), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270