Leiðandi yvirlækni: Tað er ikki vandaleyst at arbeiða í psykiatriini

Leiðandi yvirlækni: Tað er ikki vandaleyst at arbeiða í psykiatriini
- Hendingin minnir okkum á, at vit arbeiða í einum øki, har vandamikar støður kunnu koma fyri, sigur Tormóður Stórá í sambandi við drápið á føroyskan psykiatara í Danmark
 
17.04.2024 - 14:56

- Hetta kom sum ein skelkur fyri okkum øll, tí vit kennast væl og arbeiða í sama felti.

Soleiðis sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, tá hann verður spurdur, hvussu hann og starvsfelagarnir reageraðu, tá boðini frættust, at 66 ára gamla Mariann Stenberg var dripin við knívi, tá hon í fjør summar var til arbeiðis sum psykiatari á Psykiatrisk Center Glostrup.

Bæði starvsfólk og sjúklingar á psykiatriska deplinum í Havn kendu Mariann Stenberg, tí seinastu seks árini arbeiddi hon sum avloysari í Føroyum.

 

Ein áminning um vandan

Ógvusliga hendingin hevur upp á fleiri mátar ávirkað Tormóð Stórá og hansara starvsfelagar á psykiatriska deplinum.

- Henda hendingin minnir okkum á, at vit arbeiða í einum øki, har tað kunnu henda ting, sum eru óforútsigilig, og sum kunnu vera vandamikil, sigur Tormóður Stórá og leggur afturat:

- Mann verður mintur á tað, tá slíkt hendir, men tað er ikki nakað, vit hugsa um ella tað, sum fyllir okkara gerandisdag. Vit fara til arbeiðis við góðum treysti hvønn dag og hugsa ikki um, at tað er eitt vandamikið arbeiðspláss, vit hava. Men vit vita, at tað kunnu koma støður, sum kunnu vera vandamiklar fyri okkara starvsfólk, sigur Tormóður Stórá.

Í morgunsendingini greiðir Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni, frá trygd í psykiatriini, umframt hann setir orð á syrgiligu hendingina, sum fór fram í Danmark í fjør.

 

1667136

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949