Eurovision 2024: Eitt tað størsta løgregluátakið yvirhøvur í Svøríki

Eurovision 2024: Eitt tað størsta løgregluátakið yvirhøvur í Svøríki
Trygdin verður sett í hásætið, tá Eurovision sangkappingin verður í Malmö um tvær vikur. Ísrael hevur verið noytt at broyta sín sangtekst til kappingina
Svenskir og danskir politistar til arbeiðis uttanfyri Malmö Arena fríggjadagin. Nógv verður gjørt burturúr trygdini í sambandi við Eurovision-sangkappingina, sum byrjar í aðru viku
Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2024 - 12:57

Ísraelski sendiharrin í Svøríki, Ziv Nevo Kulman, sigur seg stúra fyri, hvat kann henda um tvær vikur, tá Eurovision sangkappingin verður í Malmö.

Roknað verður við, at eini 100.000 útlendskir gestir koma til Malmö í sambandi við kappingina, og tað eru longu ætlanir um at hava stór mótmælistiltøk móti Ísrael í sambandi við kríggið í Gasa.

"Eg vóni ikki, at tað sum hendir uttanfyri høllina, fer at taka fokus frá kappingini", sigur Kulman við svenska kringvarpið SVT og leggur afturat, at hann hevur álit á, at svensku myndugleikarnir taka støðuna í álvara.

Løgreglan í suðursvøríki hevur kallað styrk inn úr restini av landinum og fær eisini hjálp frá bæði donsku og norsku løgregluni í sambandi við Eurovision-kappingina. Talan verður um eitt av størstu løgregluátøkum nakrantíð í Svøríki, skrivar SVT.

Ísraelska trygdarráðið hevur heitt á ísraelar, sum ætla sær til kappingina, um ikki at rópa so hart um, hvaðani teir koma frá.

Jerusalem Post sigur í eini grein, at Malmö verður roknaður sum ein av mest antisemitisku býum í verðini. Miðilin hevur tó onga veruliga grundgeving fyri hesum annað enn at vísa á, at nakrir antisemitiskir tilburðir hava verið í býnum.

Sagt verður eisini, at Eden Golan, sum skal umboða Ísrael í kappingini, hevur fingið ráð um at halda seg á sínum hotellkamari, tá hon ikki er á pallinum. 

Hon hevur eisini verið noydd til at broyta heitið á sanginum hjá sær til "Hurricane". Upprunaheitið var "October Rain", men sambært EBU, sum skipar fyri kappingini, hevði upprunateksturin fleiri tilvísingar til álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør. EBU, sum vísir á, at Eurovision ikki er eitt politiskt tiltak, góðkendi hósdagin broytingarnar í sangtekstinum.

Eurovision-sangkappingin byrjar við eini hálvfinalu 7. mai og enn eini hálvfinalu 9. mai. Sjálv finalan verður 11. mai í Malmö Arena.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537