Heim, kæra heim

Heim, kæra heim (1:3)
08-02-2024
Hesa ferð vitja vit trý áhugaverd heim í Nólsoy, Syðrugøtu og á Sandi.

Hvussu hevði verið, um tú og familjan skuldu búð í tveimum lonum frá ár umleið 1860? Nicolaj Falck hevur umvælt lonirnar, soleiðis at hann og konan, Aðalbjørg Linklett, í dag búgva í einum húsi, har endurnýtsla er í hásæti, og so at siga alt hevur eina søgu.

Eisini vitja vit í Syðrugøtu arkitektin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt stórslignar bygningar so sum Hørpuna í Íslandi, Biskupstorg í Klaksvík og Býráðshúsið í Norðragøtu. Ósbjørn býr saman við familju síni í serstøku húsunum, sum eitt nú hava kanska Føroya bíligastu borðplátu, sum arkitekturin sjálvur hevur gjørt við hjálp frá Youtube.  

Í Trøðum á Sandi hava Ingun Eiriksdóttir og Heini Weihe eini frítíðarhús. Upprunaliga var húsið, sum stóð á grundøkinum, frá umleið 1900, men tá Ingun og Heini keyptu húsið í 2013, byrjaði ein stór umvæling - størri enn ætlað. Úrslitið er, at tey í dag hava eini frítíðarhús, sum eru gjørd við íblástri frá gomlu roykstovuni. Her snýr tað seg um at vera saman og koma í feriuhýr.

Heim, kæra heim

Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.

Í triðja og seinasta partinum í hesum umfarinum av "Heim, kæra heim" vitja vit á Mikkjalstrøð í Havn, á Velbastað og í Hvalba.
22-02-2024
Hesa ferð fara vit á gátt í einum húsum á Velbastað við suðurlendskum stíli, í einari lítlari perlu á Norðoyri og í einum arkitekt-teknaðum húsum í Gundadali í Havn.
15-02-2024
Hesa ferð vitja vit trý áhugaverd heim í Nólsoy, Syðrugøtu og á Sandi.
08-02-2024
Komandi trý hóskvøldini sleppa vit at kaga inn í ymisk býli kring landið, sum øll á sín hátt eru áhugaverd.
02-02-2024