Sí myndirnar: Við Tórði á túri á Blankskála

"Við Tórði á túri á Blankskála", sum var í Útvarpinum í gjár og aftur fyrrapartin í dag, fekk eitt heilt serligt høvi at vitja avtoftaðu bygdina í Kalsoynni saman við eftirkomarum hjá teimum, sum búleikaðust har. Túrurin var 4. juli, tá ein minnispláta yvir tey, ið fluttu burtur eftir stóra skalvalopið í 1809, varđ avdúkað á Blankskála. Leivur Sørensen og Tórður Mikkelsen hava tikið hesar myndinrar frá minniliga túrinum av Syđradali til Blankslála. Summi gingu og onnur sigldu.

 

Í fagrasta veðri samlast fólk ymsa staðni úr landinum á Syðradali til henda áhugaverda gongutúr.. Summi eru úr Kalsoynni, men nógv eru júst komin yvir um fjørðin við Sam.
Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali, verður ferðaleiðari á spennandi gongutúrinum til Blankskála, og her greiðir hann frá hvussu gingið verður um Galvin.
Tey eru hugagóð at fara til gongu av Syðradali. Nógv av hesum fólkum hava ongantíð áður verið á Blankskála, sum varð avtoftað eftir stóra skalvalopið í 1809. Tá flutti fólkið eysturum og bygdu Syðradal.
Fyri trygdina hava fyrireikararnir avmarkað talið til 200 fólk, sum sleppa við hendan serliga túr. Millum 80 og 90 fólk ganga. Hini 110-120 fólkini sigla millum Syðradal og Blankskála við "Ziska" og "Alpha Pilot".
Fleiri ferðir á leiðini verður steðgað á, meðan ferðaleiðarin sigur frá.
Her greiðir Bjørn Kalsø ferðaleiðari frá søgnini um risan, sum endaði í Leirvíksfirði.
Á leiðini um Galvin er nógv at siga frá. M.a. hugtakandi søgnini um, at Tróndur í Gøtu savnaði allan seyðin í Kalsoynni í Galvsrætt.
Tveir brøður av Syðradali eru hugagóðir. Teir hava mangan túrin áður verið saman á Blankskála.
Hesi og tey flestu gongufólkini ganga um Galvin. Men nøkur eru farin upp um fjøll til Blankskála.
Á Blankskála síggjast toftirnar eftir búsetingina. M.a. verður hildið, at har hevur verið eitt bønhús.
Høgligt er at sigla av Syðradali og suður um til Blankskála.
Fleiri fólk, ið hava røtur bæði á Syðradali og Blankskála, hættaðu sær ikki í land. Tey høvdu høvi at fylgja við hátíðarhaldinum umborð á "Ziska".
Gott er at hvíla beinini eftir gongutúrin.
Og ein góður biti smakkar altíð avbera væl úti í náttúruni.
Løtan var ógviliga hátíðarlig, tá minnisplátan yvir fólkið á Blankskála varð avdúkað.
Tveir sálmar og tjóðsangurin vórðu sungnir.
"Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna.”
So verður minnisplátan avdúkað. Uttan iva fer nógv fólk í framtíðini at vitja Blankskála og síggja minnisplátuna úr føroyskum gróti.
Á plátuni síggjast øll tey fýra húsini, ið vóru á Blankskála. Trý áføst í einari lon og Lykkirshús niðanfyri.
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa Kommunu, flutti fram røðu og Bjørn Kalsø, bóndi, sum hevur festið á Blankskála, greiddi frá umstøðunum í avtoftaðu bygdini.
So er henda serliga løtan á Blankskála liðug og fólk leita sær oman til bátarnar, og onnur ganga aftur til Syðradals, annaðhvørt um Galvin ella upp um fjallið.
Hinumegin fjørðin sæst Leirvík, ið er nærmasta grannabygd hjá Blankskála. Hagar fóru blankskálafólk í fyrsta umfari eftir skalvalopið og róðu so yvir higar at geva kríatúrunum.
Á Blankskála er atløgusíða gjørd og um heystið verður seyðurin, ið skal flettast, rikin umborð í ein stóran deksbát og fluttur til Syðradals.
Tað gekk bæði skjótt og væl at flyta fólk aftur og fram.
Her er eisini gott hjá fólki at koma umborð, ið hvussu so er í góðum líkindum.
Fólk standa í bíðirøð at sleppa umborð í bátarnar og aftur til Syðradals.
So eru tey aftur á Syðradali eftir ein serligan túr.
Á kajini á Syðradali verður borðreitt við góðari suppu av Húsum, áðrenn fólk aðra staðni frá fara yvir um aftur fjørðin við Sam.
Er kopiera