Salka Valka

Salka Valka kring knøttin (2:6)
31-01-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000

Tjóðskaparkensla á skerinum. Manningin á Salku Valku var fegin um at seta fótin á land, eftir at hava siglt longu leiðina til Marquesasoyggjarnar í Fronskum Polynesia. Hóast veðrið á ferðini var gott, so var ikki sørt av trupulleikum við akkerinum, tá komið var fram til oyggjarnar. Pálmaklæddu oyggjarnar tóku væl ímóti manningini, og oyggjarnar livdu sanniliga upp til sítt heiti "paradísoyggjarnar". Har vinna fólk sær føði við m.a. perlufiskarí og at arbeiða við kokusnøtum. Durita Holm vitjaði ein mann, sum fyri tjúgu árum síðan búsettist á einum skeri, men sum síðani hevur bygt skerið til eina líttla oyggj. Í dag býr hann við familju sínari á oynni. Hann tosar um, at tað finnast onnur virðir í lívinum enn pengar, og annars heldur hann, at Franska Polynesia eigur at loysa frá Fraklandi. Tá Salka Valka aftur helt til havs gekk leiðin til Tahiti, áðrenn kósin var sett móti Nýsælandi.

 

Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen.

Salka Valka

Ferðarøðin Salka Valka kring knøttin er frá 2000.

Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen.

- føroysk ferðarøð frá 2000
14-02-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
07-02-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
31-01-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
24-01-2024