Salka Valka

Salka Valka kring knøttin (4:6)
14-02-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000

Í heimsins størsta oyggjaríki. Tá Salka Valka fór úr Darwin í Avstralia, var kósin sett móti Indonesia. Indonesia er heimsins størsta oyggjaríki, og Salka Valka silgdi úr oyggj í oyggj og var millum annað í bygdini Lamalera, har fólkið livir av stórhvalaveiðu. Allastaðni, har tey komu, var stórur blíðskapur. Fólkini vóru serliga hugtikin av at síggja lítlu dóttur Duritu og Eriks. Skilligt var, at tey vóru ikki von við at síggja hvít børn. Manningin á Salku Valku merkti eisini, at her búði eitt fólk, sum livdi av tilfeingi úr havinum. Tey fingu boðið bæði turran fisk og turt tvøst. Vitjað var á Timor og Komodoro, sum eru gitin fyri ríka djóralívið har. Vit síggja eisini eitt av teimum mongu gosfjøllunum, sum eru í Indonesia. Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen Klipt: Bjarnheðin í Hoyvík.

Salka Valka

Ferðarøðin Salka Valka kring knøttin er frá 2000.

Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen.

- føroysk ferðarøð frá 2000
14-02-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
07-02-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
31-01-2024
- føroysk ferðarøð frá 2000
24-01-2024