Finnast at útbyggingarætlan

Finnast at útbyggingarætlan
Tað er í stríð við grøn orkumál, at SEV ætlar at brúka 700 milliónir krónur uppá orkuverk, sum skal brenna olju, heldur umhvørvisfelagsskapur
24.11.2016 - 19:42

SEV er fyri hvøssum atfinningum frá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, nú ætlanin er at brúka 700 milliónir upp á at víðka um orkuverkið á Sundi.

Hetta er ikki í tráð visjón 2030, sum ásetir, at SEV skal veita 100 prosent grøna orku longu um 14 ár.

Í síðstu viku legði privata virkið RØKT fram ætlan um at byggja eitt vatnorkuverk, sum skal kunna gera Føroyar 100 prosent grønar.

Stjórin í RØKT segði við Dag og viku í síðstu viku, at byggja tey vatnorkuverk í Vestmanna, verður so mikið av grønari orku framleidd, at SEV kann sleppa undan at víðka um tungoljurikna Sundsverkið.

Men tann loysnin kann ikki brúkast, tí vit hava ikki nóg nógv regn og vind á sumri til at sleppa undan tungólju, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860