Kvinnur venda sær skjótari til Kvinnuhúsið

Kvinnur venda sær skjótari til Kvinnuhúsið
Fyrr vóru tað serliga eldri kvinnur, sum vendu sær til Kvinnuhúsið, men nú eru tær 30-40 ára gamlar
08.09.2017 - 20:27

Í fjør var harðskapur í parlagnum í 341 førum atvoldin til, at kvinnur bóðu um hjálp á Kvinnuhúsinum.

Talan er bæði um sálarligan og likamligan harðskap.

Fyrr vóru tað serliga eldri kvinnur, sum vendu sær til Kvinnuhúsið, men nú eru tær 30-40 ára gamlar.

Sjónleikurin Ómegd, sum nú verður framførdur á Tjóðpallinum, byggir eisini á frásagnir úr Kvinnuhúsinum.

Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, var gestur í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012