Reiðarar ivast í útrokningum um antitrust

bannari
Reiðarar ivast í útrokningum um antitrust
Fiskimálaráðið fer ov lætt um reglurnar um antitrust, siga stóru reiðaríini.
13.11.2017 - 19:49

Stóru reiðaríini halda, at útrokningarnar hjá Fiskimálaráðnum fara ov lætt um reglurnar um antitrust. Stóru reiðaríini verða ikki rakt av antitrust nú, men tað verða tey, tá størri felagskvotur skulu skipast sum eginkvotur. Tað siga reiðararnir á teimum stóru reiðaríinum Varðanum, JFK, Framherja og Christiani í Grótinum.

Sum er, rakar onki av stóru reiðaríinum markið í antitrust reglunum, sum er sett til 17,5% av samlaðu kvotunum. Størsta fyritøkan, Varðin, eigur sum er 15,5 % av kvotunum, JFK 11%, Framherji 13% og Christian í Grótinum 9,3%. Tann myndin kann tó broytast, um tað gongst sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal (T), ætlar. Hann skrivar soleiðis til vinnunevndina:

"Ætlanin er frameftir at skipa størri felagskvotur sum eginkvotur, har útlit eru fyri rímiligum stabiliteti í kvotunum."

Hetta eru stórreiðararnir ikki nøgdir við, tí tá størri felagskvotur verða skipaðar sum eginkvotur, tá fer parturin hjá stóru reiðaríunum eisini at vaksa munandi, og tá verður teirra partur - helst - størri enn 17,5 prosent.

"Tað vísti seg, at antitrust-markini fyri reiðaríini vóru ikki so høg, sum vit høvdu roknað við. Men tá vit so fóru at nærlesa tað, sóu vit, at í framtíðini ætlar hann at gera felagskvotur um til eginkvotur, og tá tað verður gjørt, broytast eginkvoturnar, og tá vil roknstykkið ikki passa serliga væl longur", sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum og stjóri í Framherja, við Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902