Gloymd tekning gav íblástur til Joe & The Shitboys

Gloymd tekning gav íblástur til Joe & The Shitboys
Hoyr søguna um gloymdu tekningina í Finsen, sum gav íblástur til punkbólkin Joe & The Shitboys, sum júst hevur givið út fyrstu stakútgávuna
03.11.2018 - 13:50

"The reson for hardcore vibes".

Ein setningur við stavivillu; men uttan meining.

Setningurin var at finna á eini gamlari tekning, sum Sigmund Zacharissen fann í gomlu tónleikahølunum í gamla Kommunuskúlanum, sum skuldi ruddast, tá skúlin skuldi byggjast um til lestraríbúðir í Finsen.

 - Tað skrálaði, at ein punk-stak-pláta mátti bera hatta listarverkið, sigur Sigmund Zachariassen, sum tí setti savnaði vinmenninar saman at gera punkbólkin Joe & The Shitboys.

Teir gjørdu skjótt av.

Tveir tímar, eftir at teir høvdu hitst fyrstu ferð at venja í minstu tónleikahølunum í Margarinfabrikini í miðbýnum í Havn, varð fyrsta staklagið longu skrivað og upptikið.

Hoyr lagið The reson for hardcore vibes

 - Lagið snýr seg um at vera óður til arbeiðis, sigur sangarin Fríði Djurhuus, sum hevur arbeitt við fiski.

Síggj alla sendingina Lyst

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012