Løgmaður og samgongan leggja kabal

Løgmaður og samgongan leggja kabal
Ikki vist, at tað verður neyðugt at velja allar tingnevndirnar av nýggjum
25.01.2019 - 20:58

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at arbeitt verður nú við einari loysn, sum skal tryggja, at allir tríggir samgonguflokkarnir verða nøgdir eftir rumblið, sum hevur verið seinastu tíðina, síðani samgongan misti meirilutan í fíggjarnevndini

Løgmaður, sum var gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld, sigur, at ein kabal verður løgd.

Arbeitt verður við fleiri møguleikum, og tað er ikki vist, at tað verður neyðugt at velja allar tingnevndirnar av nýggjum.

Landsstýrissessurin í Mentamálaráðnum skal eisini mannast.

At Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, hevði í dag við sær, at Ruth Vang í Framsókn varð koyrd frá sum forkvinna í fíggjarnevndini.

Ruth Vang er sera misnøgd, og hon sigur, at Javnaðarflokkurin hevur verið ein avbjóðing í øllum hesum valskeiðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860