MJ-orrustan: Skil listarverkini frá listarmanninum

15.03.2019 - 14:15
MentanTónleikur
MJ-orrustan: Skil listarverkini frá listarmanninum
Bannar tú Michael Jackson, so mást tú kanska eisini forbjóða Aristoteles, Wagner og Martin Luther, sigur Pætur Marjunarson Dahl, heimspekingur.

Tak niður

Fleiri útvarpsstøðir aftra seg við at spæla tónleikin hjá Michael Jackson, eftir ákærurnar í dokumentinum Leaving Neverland um, at popp-stjørnan er pedofil.

Men Kringvarp Føroya ætlar ikki at forbjóða nøkrum:

 - Sum útgangsstøði dámar mær ikki at seta forboð móti artistum, sigur Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya.

Tónleikasamskiparin leggur afturat, at tónleikarin og tónleikurin er - sum útgangsstøði - hvør sítt.

Hvar gongur markið

Júst hetta við at seta forboð móti listarfólki, sum eru undir illgruna at hava gjørt nakað skeivt, er ein vandakós, vísir heimspekingurin Pætur Marjunarson Dahl á.

 - Hvar gongur markið so? Skalt tú hava eina reina revsiváttan, áðrenn títt lag verður spælt í útvarpinum, spyr heimspekingurin.

Heimspekingurin vísir á fleiri stór listarfólk í søguni, hvør tankar og gerðir ikki høvdu hóskað inn í samfelagið í dag. Eitt nú Aristoteles, Wagner og Martin Luther.

Sí sendingina Lyst

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Nón - 23.05.19
94813
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar 23. mai 2019
94803
Hósdag 23. mai
Jazzofonin: Alex Riel, 2. partur
94775
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2019
94655
Mikudag 22. mai
Nón - 22.05.19
94793
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. mai
Andglettur - Framsókn
94822
Mikudag 22. mai
Minnist tú enn? (11:13)
23373
Mánadag 20. mai
3-2
94700
Sunnudag 19. mai
Andakt við Pól í Skorini
94638