Jóannes og Jóannes eru klárir

Jóannes og Jóannes eru klárir
Eftir føroyameistaraheitið við KÍ, eru Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø til reiðar at arbeiða fyri landsliðið
13.11.2019 - 15:49

Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø Danielsen hava havt nakrar frálíkar fótbóltsvikur. Fyrst eydnaðist teimum báðum at spæla seg inn í landsliðshitan av álvara, og síðan vóru teir við til at tryggja KÍ sítt fyrsta FM-heitið í 20 ár.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so vann Jóannes Bjartalíð heiðurin sum ársins spælari og ársins miðvallari, meðan Jóannes Kalsø Danielsen kundi kalla seg ársins verjuleikara.

Hava gott mót

Teir báðir hava kortini ikki lagt seg upp afturá. Teir eru aftur við í landsliðshópinum hjá Lars Olsen hesa ferð til dystirnar móti Noreg og Svøríki

Teir vilja fegnir gera sítt til, at Føroyar – og kanska serliga Lars Olsen og Atli Gregersen, sum gevast sum ávíkavist venjari og spælari – fáa tveir góðar dystir til endans.

Vit hava gott mót. Tað er fyrst og fremst hugburðurin, ið skal bera okkum og tað harða arbeiðið, og so má hitt koma, segði Jóannes Bjartalíð undan venjingini á Sundby Idrætspark.

Fara víðari til Oslo hósdagin

Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at vit vísa komandi landsliðsvenjaranum, hvat hann hevur at arbeiða við, og vit, sum eru í hópinum, skulu gera ein góðan innsats, segði Jóannes Kalsø Danielsen.

Føroyska landsliðið hevur vant í Danmark í nakrar dagar, og hósdagin gongur leiðin víðari til Oslo. Dysturin móti Noreg verður spældur fríggjadagin klokkan 17:00.

Síðsti dysturin í EM-undankappingini verður spældur móti Svøríki mánadagin klokkan 19:45. Kringvarpið vísir báðar dystirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012