Viðhaldsfólk skulu sita í bólkum

Viðhaldsfólk skulu sita í bólkum
Viðhaldsfólk sleppa til dyst at rópa á sítt lið longu um vikuskiftið, men tey skulu sita í bólkum við í mesta lagi 100 fólkum í hvørjum
14.05.2020 - 16:37

Nú sleppa fólk aftur at hyggja at fótbólti við vøllin.

Tað sigur Fótbóltssamband Føroya, eftir at koronatilmælini vóru linkaði fyrrapartin.

Men áskoðararnir skulu býtast upp í bólkar við í mesta lagi 100 fólkum í hvørjum.

Eisini skal ein metur vera ímillum hvønn áskoðara.

 - Tað er bara at hyggja í teir ymisku miðlarnar og teir sosialu miðlarnar, har mann hevur sæð tann brennandi áhugan hjá fólki at sleppa til dyst, so eg vænti, at tað kanska verða serliga nógvir áskoðarar hetta vikuskiftið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Umstøðurnar hjá teimum ymsu feløgunum eru ólíkar, og tí er munur á, hvussu nógvir áskoðarar sleppa inn til teir ymsu dystirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946