Havnin tók FM við stórsigri á Sandavági

Havnin tók FM við stórsigri á Sandavági
Havnar Telvingarfelag vann 3½ - ½ á Sandavágs Talvfelag á Giljanesi og tryggjaði sær samstundis føroyameistaraheitið
24.05.2020 - 22:39

Havnar Telvingarfelag tryggjaði sær føroyameistaraheitið við stórsigri á verandi meistarunum úr Sandavági. Dysturin endaði 3½ - ½.

HT var kroyst undan síðsta umfari og skuldi vinna minst 3-1, um tað skuldi eydnast at gerast meistari. 

14 ára gamal í høvuðsleikluti

Bert 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr HT møtti roynda Torkili Nielsen hjá vágamonnum á 4. borði, og evnaríki unglingin sveik ikki álitið.  

Hann vann sannførandi, og tað gjørdi Olaf Berg eisini móti Silasi Thorsteinsson á triðja borði. Helgi Dam Ziska fekk remis móti Høgna Egilstoft Nielsen á 1. borði, og Martin Poulsen avgjørdi, tá hann koppaði Rógva Egilstoft Nielsen á 2. borði. 
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860