Danir linka krøvini við føroyska markið

bannari
Danir linka krøvini við føroyska markið
Neyðugt er ikki longur hjá útlendingum at skjalprógva síni ørindi í Føroyum. Ein undirskrift er nokk hjá nøkrum útlendingum at sleppa inn í landið
26.05.2020 - 19:22

Nú ert lættari at sleppa um mørkini til danska ríkið. Fólkatingið hevur linkað krøvini, og broytingin verður eisini galdandi fyri Føroyar, men avgerðin er ikki tikin í samráð við politiska myndugleikan í Føroyum.

Danska stjórnin hevur broytt reglurnar fyri, hvat skal til fyri at sleppa inn í danska ríkið. Broytingin verður samstundis sett í verk í Føroyum.

Tað er ikki longur neyðugt at skjalprógva síni ørindi, tí man nú í staðin bert skal skriva undir skjal um, at man hevur eitt endamál, sum livir upp til treytirnar fyri at koma inn í landið.

Treytirnar fyri at sleppa inn í danska ríkið eru, at man skal annahvørt skal vitja familju, hjúnarfelag ella ein, man er í parlagi við, eigur summarhús, skal veita tænastur ella vørur, at man hevur vinnuloyvi ella um man býr ella arbeiðir í landinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860