Nevið Reyða vant burtur úr hinum

Nevið Reyða vant burtur úr hinum
Lagt var upp til enn eina hólmgongu millum Nevið Reyða og Argjabátin, eftir javna róðurin á norðoyastevnu, men klaksvíkingar vóru ov sterkir
15.06.2020 - 14:56

Nevið Reyða og Argjabáturin vóru í harðari kapping í ársins fyrsta róðri á norðoyastevnu fyri einari viku síðani.

Tí varð roknað við, at hesir báðir bátarnir, sum eisini vóru í harðari kapping um FM-heitið í fjør, fóru at rógva um fyrsta plássið á eystanstevnu.

Men so var ikki.

Nevið Reyða setti bæði Argjabátin og hinar bátarnir til viks, og tá avtornaði endaði báturin av Argjum á triðja plássi aftanfyri Knørr.

Úrslit hjá 8-mannaførunum

Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort
1 Nevið Reyða 04:46.10 7 0 0
2 Knørrur 04:50.49 6 0 0
3 Argjabáturin 04:52.16 5 0 0
4 Heiðabáturin 04:57.18 4 0 0
5 Ørvur 05:01.31 3 0 0
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860