Nólsoyingar til Havnar við Tanum

Nólsoyingar til Havnar við Tanum
Tanum og Jósup røkja Nólsoyarleiðina fyribils
23.02.2021 - 11:46

Tá Erla Kongsdóttir vendi aftur til Nólsoyar í morgun, eftir at ein rútur varð brotnaður umborð, fingu nólsoyingar bjargingarbátin Tanum at koma út eftir ferðafólki.

Nólsoyingar harmast um støðuna, og teir siga, at tað, sum nú aftur er hent við Erlu Kongsdóttur, vísir, at skipið er ikki egnað at sigla um Nólsoyarfjørð um veturin.

Strandferðslan sigur, at Tanum ger ein túr til Nólsoyar av Havnini klokkan 12.30 og innaftur klokkan 13.

Jósup fer í sigling fyri Erlu Kongsdóttur seinnapartin. Fyrsti túrurin av Havnini verður klokkan 15.20. Jósup røkir siglingina um Nólsoyarfjørð næstu dagarnar, sigur Stranderðslan.

Sí innslag, sum Uni L. Hansen og Gestur Lómstein gjørdu, tá Tanum kom til Havnar við nólsoyingum í morgun. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949