VIDEO: KOKS støkkur upp í Tivoli

VIDEO: KOKS støkkur upp í Tivoli
Føroyska Michelin-matstovan KOKS hevur nú latið eina sonevnda pop up-matstovu upp í Tivoli í Keypmannahavn
16.07.2021 - 02:01

Pop up merkir at støkka upp, og tað er júst tað, ið KOKS nú ger í Tivoli í Keypmannahavn.

Heimskenda føroyska matstovan hevur gjørt eina støkk upp-matstovu í hjartanum av danska høvuðsstaðnum. 

Yvir 3000 fólk hava longu bílagt borð á KOKS pop up í Tivoli, sum letur upp um vikuskiftið. 

"Hetta er fyri gera okkurt stuttligt og øðrvísi eftir eitt friðarligt ár á KOKS í Føroyum," sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS.

Poul Andrias Ziska hevur tikið eitt kokkalið við sær til Keypmannahavnar at gera matin í KOKS pop up í Tivoli.

"Vit kunnu eisini læra nakað av at gera sovorðið," viðgongur kokkaúrmælingurin, ið hevur vunnið KOKS tvær Michelin-stjørnur. 

KOKS pop up, sum heldur til í Det Japanske Tårn í Tivoli, fer at hava opið frá 16. juli til 4. september, og tey fara at borðreiða við bæði miðmála og døgurða. 

Tivoli

Frítekst tagging: 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860